<Týr> page <Eric The Red> album page |
Regin SmidurViljið tær nú lýða ámeðan eg man kvøða Um teir ríku kongarnar sum eg vil nú um røða Grani bar gullið av heiði Brá hann sinum brandi av reiði Sjúrður vá á orminum Grani bar gullið av heiði Hundings synir í randargný teir skaðan gørdu har Eitur var í svørinum teir bóru móti mær Fávnir eitur ormurin á Glitrarheiði liggur Regin er ein góður smiður fáum er hann dyggur Hann var sær á leikvøllum imillum manna herjar Rívur upp eikikelvi stór hann lemjir summar til heljar Eystantil undri heyginum ið dreingir eyka tal Dimmur er hesin dapri dagur niður í mold at fara Har komm maður á vøllin fram eingin ið hann kendi Síðan hatt á høvdi bar og finskan boga í hendi Har komm maður á vøllin fram hann vá við eggjateini Eyga hevði hann eitt í heysi knept var brók at beini Ormurin er skriðin av gullinum tað man frættast víða Sjúrður setist á Granar bak hann býr seg til at ríða Grani bar gullið av heiði Brá hann sinum brandi av reiði Sjúrður vá á orminum Grani bar gullið av heiði |